Maðurin ofta harðligur

Føroya rættur varðhaldsfongslaði í grundlógarhoyri í dag ein mann, sum er skuldsettur fyri harðskap

Hann varð handtikin heima í morgun um fimm tíðina, eftir at hann hevði bukað konu sína.

Maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Tað er bara í serligum førum, at grundlógarhoyr er í samband við harðskap. Tað verður gjørt, eitt nú tá ið harðskapurin er ógvusligur, ella um tað snýr seg um endurtøkur. Í hesi hendingini var harðskapurin ógvusligur, og maðurin hevur áður verið harðligur.