Nú klokkan 17 byrjaði grundlógaravhoyring í Føroya Rætti. Eingin vildi undan fundinum vátta, hvat málið snýr seg um, men eftir øllum at døma er talan um mannin, sum løgreglan - eisini eftir øllum at døma - hevur handtikið í sambandi við leitingina eftir Dánjali Petur Hansen, vanliga róptur Piddi.
Í útvarpinum hjá Kringvarpinum nú klokkan 17, segði tíðindamaðurin, sum var staddur á Nesi, at maðurin, sum talan er um, eftir øllum at døma varð handtikin í Havn í gjár - og ikki á Nesi.
Portalurin fer at fylgja málinum so hvørt, sum vit fáa nýggjar upplýsingar.
Myndin er av húsunum í Saltangará, har Dánjal Petur Hansen búði.