Leitað varð i gjár við tyrlu eftir manninum, sum hevur verið eftirlýstur av løgregluni seinastu dagarnar.
Av politistøðini í Havn varð sagt í gjár, at farið varð at leita við tyrlu í gjáramorgunin. Leitað varð í Eysturoy og Streymoy fram við vegnum, har roknast kann við, at ikki er sjónskt frá sjálvari vegbreytini.
Politistar vóru við tyrluni hjá Atlantsflogi, sum nýtt varð til leitingina.
Maðurin, um búði einsamallur í íbúð í Havn, var ættaður úr Leirvík. Hann er seinast sæddur í Leirvík á pálsmessu og fór tá haðani til Havnar. Av tí, at hann ikki, sum hann annars var vanur, lat frætta frá sær í nakrar dagar, varð farið at leita eftir honum. Men enn er einki spor av nøkrum slagi funnið, sigur løgreglan í Havn.
Løgreglan hevur eisini heitt á froskmenn um at leita fram við landi, við havnarløg og á slíkum støðum, hugsast kann, at ein bilur møguliga kann vera farin útav.
Heitt verður framvegis á fólk um at hava eiguni eftir hvíta Mazda 323 bilinum við nummarinum F 79.104









