Maðurin í brennideplinum

Honum dámar eftir øllum at døma at vekja ans um sín persón. Nú kappingarárið er farið at halla, liggur Mourinho í stríði við alt og øll

Ljóskastarin á Mourinho

Hann er burturvístur av løgregluni frá leikvøllinum í Cardiff. Hann hevur fingið bót frá enska fótbóltssambandinum fyri at samanbera Manchester United leikarar við sjónleikarar, og UEFA hevur givið honum greið boð um at halda seg í skinninum framyvir, um hann vil sleppa undan revsing frá evropeisku fótbóltssamgonguni.
Maðurin vit tosa um er sjálvandi portugisiski venjarin hjá enska oddaliðnum Chelsea. Tað gongur nevniliga sjáldan stillisliga fyri seg, tá José Mourinho er nærhendis. Men hvør er hetta nýggja stjørnuskotið, sum hevur lagt fótbóltsheimin fyri sínar føtur?

Ræðist ongan
Tá Alex Ferguson einaferð viðmerkti, at úrslitini hjá Mourinho byggja á rullandi milliónirnar hjá russiska oligarkinum Roman Abramovic, vísti Mourinho á, at tá hann var venjari hjá Porto seinasta kappingarár, arbeiddi hann við einum fíggjarkarmi, ið bert var ein tíggjundapartur av tí, sum Sir Alex hevur at arbeiða við í Manchester United.
Hóast hendan himmalvíða munin á ressursum megnaði Mourinho at vinna Champoions League við millum annað at vinna á Manchester United í fjórðingsfinaluni. Hann setti við øðrum orðum mest vinnandi venjaran í Englandi so dyggiliga uppá pláss við eini rættiliga beinraknari samanbering. Hóast hann enn ikki hevur prógvað sítt virði eins og Alex Ferguson, fýrir Mourinho ikki fyri at bíta frá sær. So leggur hann vertin á, um tað er Ferguson ella onkur annar tungvektari, ið stendur í ringinum. Hann ræðist hvørki Gud ella Fanan.
Tann kontroversielli venjarin hevur seinastu vikurnar verið í andglettinum ferð eftir ferð. Fyrst legði hann Manchester United leikarar undir at spæla sjónleik undir fyrru hálvfinaluni í Carling Cup. Alex Ferguson fekk eisini toyggið fyri at hava tosað við dómaran í steðginum og harvið ávirka dømingina í seinna hálvleiki sambært Mourinho. Fyri hetta fekk hann eisini eina bót uppá 5000 ensk pund frá enska fótbóltssambandinum.

Burturvístur av løgregluni
Síðani varð hann sendur inn í skiftingarrúmið undir Carling Cup finaluni ímóti Liverpool. Hetta hendi eftir at Chelsea hevði javnað, tá bert tíggju minuttir vóru eftir, og Mourinho gjørdi ikki mætari enn at venda sær ímóti áskoðarunum hjá Liverpool og legði fingurin á munnin sum eitt tekin um, at viðhaldsfólkið skuldi lata gákin aftur.
Løgreglan metti, at hann provokeraði áskoðararnar hjá Liverpool so mikið nógv, at trygdin á stadion varð sett í vanda, og tí varð hann burturvístur. Aftaná vísti hann á, at hesin gestus varð ætlaður fjølmiðlunum, ið høvdu lagt trýst á Mourinho undan finaluni. Men tað mundi vera fáur, ið trúði hesi umbering.
Tað man eisini vera eindømi í enskum fótbólti, at løgreglan beinleiðis hevur víst einum venjara burtur av stadion fyri provokera áskoðarar hjá øðrum felag.
Breið semja er í fótbóltsheiminum um, at ein venjari í størri mun enn áskoðarar og viðhaldsfólk eigur at duga sær hógv undir dystum. Fleiri funnust eisini hvassliga at Mourinho fyri ósømiliga atburðin undir finaluni.
Undan finaluni ímóti Liverpool var Mourinho annars hart trýstur. Hann hevði fyri fyrstu ferð í sínum venjarayrki tapti tveir dystir uppí slag, fyrst ímóti Newcastle í FA-Cup og síðani ímóti Barcelona í Champions League, og nú stóð triðja tapið fyri durum. Chelsea megnaði tó at venda hóttandi tapinum til ein sigur.

Dómarafelagið finst at Mourinho
UEFA hevur eisini givið manninum greið boð um at steðga sínum verbalu tiradum ímóti gud og hvørjum manni. Mourinho spýði fyrst gor og gall yvir svenska dómaran Anders Frisk, ið hann legði undir at hjálpa heimaliðnum, síðani legði hann hjálparvenjaran hjá Barcelona undir at hava sparkað Mourinho í afturpartin eftir dystin, og at enda ákærdi hann Rijkaard fyri at hava ávirkað dómaran í steðginum. Og sum prikkurin yvir i-ið møtti einki umboð fyri Chelsea á tíðindafundinum eftir dystin.
Endin var, at Frisk stutt eftir dystin boðaði frá, at hann gevst sum dómari á hægsta stigi, eftir at hann hevði fingið deyðshóttanir. Mourinho varð lagdur undir at hava eggjað fólki til slíkan atburð, men hann vardi seg við, at venjarar og leikarar altíð hava funnist at dómarum, og at hetta var einki serligt í so máta.
Formaðurin fyri dómarafelagið í UEFA, Volker Roth, hevur funnist sera hvassliga at Mourinho og kalla hann ein fígginda hjá fótbóltinum um allan heim. Mourinho hóttir nú við einum rættarmáli, um Roth ikki tekur viðmerkingar sínar aftur. Roth hevur hinvegin boðað frá, at hann gleðir seg til at møta Mourinho í rættinum, um hesin ger álvara av sínum hóttanum.

Ásannar trupulleikar
Mourinho hevur hóast alt viðgingið, at hann er ov opinskáraður. Hann hevur boðað frá, at hann framyvir fer at broyta sín atburð fyri at sleppa undan teimum stóru gølunum og yvirskriftum í bløðunum, men hann hevur samstundis lagt dent á, at hann ikki fer at broyta sína persónligheit á nakran hátt. Hóast hesa fráboðan kunnu vit allarhelst gleða okkum til fleiri kontroversiellar útsagnir frá Mourinho.
Fleiri vilja vera við, at Mourinho tilætlað leggur tey vælkendu fjølmiðlashowini til rættis fyri at flyta trýstið av sínum leikarum og yvir á seg sjálvan. Á hendan hátt verða leikararnir ikki órógvaðir at persónligari umtalu í fjølmiðlunum. Men tað eru bert gitingar um orsøkina til atburðin hjá Mourinho.

Byrjaði sum tolkur
Mourinho hevur ongantíð verið yrkisleikari, men stendur í dag á odda fyri ríkasta felag í heiminum. Hann hevur stútt og støðugt klivið uppeftir stiganum og situr í dag, bert 42 ára gamal, í einum av heitastu venjarasessunum í heiminum. Tó skal nevnast at pápi Mourinho var málverji hjá portugisiska landsliðnum.
Mourinho byrjaði sum tolkur fyri Bobby Robson, tá hesin gjørdist venjari hjá Sporting Lissabon í 1992. Fyri nøkrum vikum síðani var Bobby Robson í fjølmiðlunum og legði Mourinho eina við ikki at missa jørðforbindilsið, hóast hann kanska kennir seg óyvirvinniligan í hesum døgum.
Síðani fylgdi Mourinho við Robson fyrst til FC Porto og síðani til Barcelona í nítiárunum. Hann fekk sítt fyrsta starv sum høvuðsvenjari hjá Benfica, men stóð bert við róðrið í níggju dystum, tá ósemja tók seg upp ímillum hann og nevndina. Næsta starvið var við Uniao de Leiria, har hann fekk góð úrslit.
Síðani vóru boð eftir honum frá FC Porto, sum eisini gjørdist hansara stóra gjøgnumbrot. The rest is history as they say.

Keldur: Soccernet og The Sun

Fakta um José Mourinho:
Føddur: 26. januar 1963
Feløg sum høvuðsvenjari: Benfica, Uniao de Leiria, FC Porto
Sigrar: Meistaraheitið í Portugal 2003 og 2004. Steypakappingina 2003. Champions League 2004. UEFA 2003.