Við hjúnarskilnaði kunnu partar av norsku fiskiveiðikvotunum enda hjá fyrrverandi konuni sum partur av búnum Norski fiskimaðurin Jacob West er órógvaður av, at hann misti sína krabbakvotu, tá hann læt seg skilja frá konu síni.
Sum skilst á heimasíðuni hjá FiskeribladetFiskaren, eru nógvar vónleysar fiskimannakonur í Noregi, sum við hjúnarskilnaði vilja hava lut í fiskirættindunum hjá manninum.
Málið hjá Jacobi West og fyrrverandi konu hansara, Ritu West, varpar ljós á spurningin um vinnuvernd í sambandi við skilnað.
Nú er málið millum Jacob og Ritu serstakt, har býtið av ognunum førdi til, at krabbakvotan og fiskifarið endaðu hjá hvør sínum parti.
Rita West fekk nevniliga kvoturættindini, meðan Jacob West fekk bátin í sín part.
Í Noreg verður ljós í løtuni varpað á møguleikan, at menn, sum lata seg skilja, samstundis kunnu spæla av við sína toskakvotu.
Vandi er nevniliga fyri, at kvoturættindi í størri mun enn higartil fara at gerast partar av trætu og skilnaðaruppgerð millum hjún.










