Maður vil skiljast: Vónbrotin av brúðarnáttini

Ein maður í Saudi Arabia hevur biðið um at verða skildur frá konu sínari, stutt eftir at tey eru blivin gift.

Heimasíðan Gulf News skrivar, at maðurin var vónbrotin av atburðinum hjá konuni brúðarnáttina. Sambært manninum var konan upptikin av at senda sms-boð til vinkonur og vildi ikki koma í song.

Maðurin spurdi konuna, um hennara vinkonur vóru týdningarmiklari enn hann, og hon svaraði, sambært honum, ja.  

Tað vildi maðurin ikki finna seg í. Hann rýmdi av hotellinum, har tey skuldu gista, og vil nú skiljast frá konuni.