Hóast hann nú fer um áttati ára aldur, ber hann høvur hægri enn flest aðrir bygdarmenn. Stillførur og fattur. Hvør skuldi trúð, at árini vóru so mong hjá hesum manni, sum enn er við í so mongum leiki í bygd og av bygd.
Jógvan Elias Joensen f. 28. desembur 1930 var næsti sonurin hjá Thildu og Hjalmari við Neyst, sum barnaár hansara var keypmaður, reiðari og næstformaður í kommununi. Jógvan Elias var uppkallaður eftir beiggjanum, sum doyði í sama mánaði árið fyri bert eitt ára gamal. Mamman var úr Miðvági, f. Thomsen 1892. Ungur fór Jógvan Elias í realskúla í Klaksvík og víðari á keypmansskúla í Keypmannahavn og tók at enda hægri handilsprógv á Niels Brocks Handelsskole í 1956. Jógvan Elias hevði tí holla teoretiska barlast til skrivstovuarbeiði í heilsølum, handli og virkjum, sum hann næstu mongu árini røkti, og sum aðrir duga at siga frá.
Fyrst og fremst hevur Jógvan Elias verið bygdarmaðurin, sum á ymsan hátt hevur havt vælferð hennara í huga. Hann hevur við ídni verið við til at bøtt um ella slóðað fyri nýggjum tiltøkum bygdini til frama t.d tók hann saman við øðrum stig til svimjihyl í fimmtiárunum, bygdarhús í sjeytiárunum og Lugarið í nítiárunum. Hann hevur m.a. verið formaður í vatnfelagnum Áargarður, formaður í Ognarhaganum, grannskoðari í kommununi og stevningarmaður, var í Frost, er í Tavuni, er fíggjarligur ráðgevi í Bygdarhúsinum, hevur verið ella er enn í stýrinum fyri Norðoya Sparikassa og í nevndini hjá Lyons Club Eysturoy og so fram vegis. Nú er hetta so beskeðið sagt, so sum Jógvan Elias sjálvur vildi sagt tað. Beskeðin er hann, ger ikki hóvasták burtur úr sær sjálvum, er opin og heldur tó kortini nær bróstinum. - Men Tavumenninir hava tikið til, at stóð á í onkrum máli, hevði Jógvan Elias vektina.
Jógvan Elias er hegnismaður og hartil fróðarmaður. Hann treður dansin, telgir tættir bæði um fólk, um kór og kommunuval, hann kvøðir bygdini hásong og savnar siðsøguligt tilfar. Serstakliga er nógv myndatilfar savnað, sum hevur verið at sæð á sólarkaffi í Bygdarhúsinum, onkabarninum hjá Kristionnu, konuni, og honum. Eitt framúr væleydnað tiltak - bæði Bygdarhúsið og sólarkaffið. Eitt av tøkunum síðstu árini hevur verið saman við øðrum at fáa Leirvíkar bygdarsøgu skrivaða.
Og vesturskinið litar fjøll og skørð,
alfagrir geislar farga líð og fjørð.
Í favni tínum kenni eg mær trygd
tú fagra, fríða, forna Leirvíksbygd.
Um stutta tíð sær sólin aftur á hugans Kráartanga, vesturskinið litar aftur fjøll og skørð, og vestanskuggin svalir tær sólbrenda ennið. Væl veri tær bygdarmaður, hjartaliga til lukku og mong góð ár í vesturskininum ynskist tær og tykkum báðum.
-----------
Martin










