Maður tikin fyri at hótta Løkke

Fyrrapartin handtók danska løgreglan ein 41 ára gamlan mann, sum býr á Falster. Maðurin hevði lagt eitt video á YouTube, har hann hótti danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen og løgregluna.

Handtikni maðurin hevur verið til avhoyringar hjá løgregluni í dag.

– Tað er ólógligt at leggja slíkar hóttanir á internetið, og vit taka málið í stórum álvara, sigur politiinspektørurin Kim Kliver sambært Ritzau.

Tann 41 ára gamli maðurin er kenningur hjá løgregluni, og hann er nú skuldsettur fyri at hava hótt almenn starvsfólk við harðskapi.