Danskar heimasíður skriva í morgun, at ein 22 ára gamal maður er stungin seks ferðir á Københavns Tekniske skole norðan fyri Keypmannahavn.
Enn er ikki fingin heilt greiði á, hvat er farið fram, men sum skilst hevur álopið verið rættiliga dramatiskt.
Offurið, sum í holt við eina útbúgving sum kliniskur tannteknikari, er stungin í lærið, endan, bringuna og nakkan. Haraftrat er hann sligin við einari ella fleiri gassum.
22 ára gamli maðurin er fluttur á Traumasentrið á Ríkissjúkrahúsinum, og er uttan fyri lívsvanda.
Álopið er farið fram á parkeringsplássinum í skúlanum, sum nú er byrgt av.