Maður stungin fleiri ferðir

Eitt ógvusligt harðskapsmál hevur verið í Havn í nátt, har ein maður er stungin fleiri ferðir.

Tað var um eitt-tíðina í nátt, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður varð stungin fleiri ferðir og bløddi illa.

 

Fólk vóru komin til mannin á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í vesturbýnnum í Havn, og sjúkrabilur og løgregla vóru skjót á staðnum, og maðurin bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið.

 

Kristian Martin Joensen, vaktleiðari á politistøðini í Havn, sigur, at maðurin er stungin fleiri ferðir við onkrum vápni, men at løgreglan enn ikki veit, hvat fyri vápn, ið er nýtt í sambandi við álopið.

 

Eitt stórt øki kring brotsstaðið er avbyrgt, og løgreglan ger í løtuni kanningar á staðnum.

 

- Tveir mans eru handtikinir í sambandi við hendingina, og teir sita nú til avhoyringar, sigur Kristian Martin Joensen.

 

Spurdur um støðuna hjá særda manninum, sigur Kristian Martin Joensen, at løgreglan hevur frætt av Landssjúkrahúsinum, at støðan hjá manninum er stabil.