LØGREGLUTÍÐINDI
Hóast vakthavandi á politistøðini í Havn ikki veit tað nógva at siga um fólk, ið hava koyrt við kenning um vikuskiftið, so hevur løgreglan havt úr at gera. Av støðini siga tey, at nógv fólk hevur verið í býnum í høvuðsstaðnum. Ikki minst verða nógvar veitslur hildnar við ungdómum, ið eru hátíðarhalda lokna miðnámsútbúgving, og hetta sæst aftur í hagtølunum hjá politinum, verður sagt.
Ógvusligasta hendingin um vikuskiftið man helst vera, at løgreglan varð boðsend at skilja eitt par, sum var farið til hendurs. Húsaófriðurin endaði við, at annar parturin endaði á Landssjúkrahúsinum, meðan hin parturin varð settur fyri ein dómara, sum avgjørdi at varðhaldsfongsla viðkomandi til 12. juli. Grundlógaravhoyringin var fyri stongdum hurðum.
Sum Portalurin skilir, hevði ein kvinna stungið ein mann við knívi. Sambært løgregluni er støðan hjá manninum støðug, og hann er ikki í lívsvanda.
Kriminialpolitiið, sum arbeiðir við hesum málinum, vil ikki siga ov nógv, so at kanningararbeiðið verður órógvað, men sum skilst verður kvinnan skuldsett fyri grovan harðskap.