78-ára gamli pensionisturin, Urs Maurer, úr Sveis steinsovnaði í bili sínum, tá ferðsluljósið varð reytt. Tá ið ljósið aftur varð grønt, vórðu bilarnir aftan fyri hann ótolnir og teir royndu at trýsta á floytuna eina góða løtu. Men Maurer vaknaði ikki. Fleiri av teimum fóru tí úr bilunum hjá sær fyri at fáa samband við Maurer, men ei heldur hetta eydnaðis hjá nøkrum av teimum.
Tað var ikki fyrrenn løgreglan kom á staðið og opnaði hurðina hjá Maurer, at hesin vaknaði.
Sum frágreiðing uppá løgna atburðin hjá sær, segði Maurer, at orsøkin til at hann sovnaði var, at hann júst hevði etið ein stóran døgurða.
Løgreglan tók koyrikortið frá Maurer, men enn er óvist, hvør revsing er hóskandi fyri ein bilførara at sovna á henda hátt.