Maður skeyt og drap minst 16 í Kanada

Sambært kanadisku løgregluni hevur ein vápnaður maður dripið minst 16 fólk. Talið á deyðum kann vera hægri.

Ein vápnaður maður drap minst 16 fólk í Kanada í gjár, sunnudagin. Talið av deyðum kann vera hægri, og ein løgreglumaður er millum tey deyðu, upplýsir kanadiska løgreglan.

Leiðandi løgreglufólk vátta á einum tíðindafundi, at illgerðarmaðurin, ein 51 ára gamla maður, varð skotin av løgregluni eftir eina biljagstran.

– Ein løgreglumaður er deyður í landspartinum Nova Scotia, sigur sjónvarpsstøðin CBC, sum upplýsir, at tann 51 ára gamli illgerðarmaðurin er dripin.

Løgreglan hevur ikki upplýst, hvussu maðurin doyði.

Talsmaður hjá løgregluni sigur, at talið av deyðum er kann vera hægri enn 16. Illgerðarmaðurin skeyt offrini ymsa staðni í Nova Scotia-landspartinum.

Hann koyrdi millum annað runt í einum løgreglubili, meðan hann skeyt ímóti tilvildarligum fólkum. Sjónvarpsstøðin upplýsir, at tað gingu 12 tímar frá fyrstu skotini fullu til illgerðarmaðurin varð steðgaður.

Miðlarnir eyðmerkja tann 51 ára gamla sum Gabriel Wortman.

Løgreglan upplýsir, at skotini fullu við tann lítla strandarbýin Portapique, sum liggur umleið 130 kilometrar norðan fyri Halifax.

Kanadisk løgregla steðgaði illgerðarmanninum  umleið klokkan 15 okkara tíð. Hann var illtonktur fyri at hava koyrt runt í Nova Scotia og skotið ímóti fleiri fólkum í nógvar tímar. Tað skrivar Reuters, sum endurgevur fleiri miðlar.

– Talan er um eina ta ringastu harðskapsgerð landsparti í søguni hjá landsparti okkara, sigur forsætisráðharrin í Nova Scotia, Stephen McNeil.

Forsætisráðharrin í Kanada, Justin Trudeau, sigur við tíðindafólk, at tað er ein »ræðulig støða«.

Hópdráp eru sjáldsom í Kanada, sum hevur nógv strangari vápnalóg enn USA. Hópdrápið í dag er tað ringasta, síðani ein vápnaður maður drap 15 kvinnur í Montreal í desember í 1989.

/ritzau/Reuters