Hendi eitt arbeiðsóhapp á Norðhavnini í Klaksvík.
Óhappið hendi beint eftir døgverða í dag tá ið ein trukkur koyrdi á beinið á einum manni. Maðurin er fluttur á sjúkrahús til kanningar, men Arbeiðseftirlitið hevur fingið boð um óhappið, sum so viðger tað víðari.