Maður sendur á sjógv við Smyrli

Seint í gjárkvøldið, tá ið Smyril legði frá landi í Tórshavn, bleiv av maður sendur á sjógv. Arbeiðiseftirlitið kannar málið. Maðurin arbeiddi á landi við at fáa Smyril til reiðar at leggja frá landi. Hann arbeiddi við at loysa endan, og orsakað av eini misskiljin hálaðu arbeiðsmenninir umborð á Smyrli í endan áðrenn hann var loystur av bryggini, og maðurin bleiv sendur út á sjógv.

Til alla lukku var starvsfelagið hansara so mikið skjótur, at hann megnaði at bjarga manninum, og toga hann upp úr sjónum

Keldur siga, at maðurin var í stórum vanda. Maðurin hevur fingið skaða, og liggur á sjúkrahúsinum. Keldur vátta, at sjúkrahúsið ikki enn vil útskriva mannin.

Strandferðslan vil enn ikki siga nakað um málið, men vátta hendingina og siga, at Arbeiðseftirlitið hevur verið á staðnum. Hvat niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum er, er enn ikki greitt, men sannlíkt verður meira at frætta um hetta seinni.