Maður lá avdottin – mitt á vegnum

– Tá ið ein bilførari royndi at vekja hann varð hann í øðini

Í nátt kundi tað enda heilt galið hjá einum manni í Hvalvík. Hann var deyðadrukkin og datt av – men tíverri fyri hann, var tað mitt á landsvegnum at hann sovnaði. Tá ið ein bilur so kom koyrandi, varnaðist bilførarin, at ein maður lá víðopin mitt á vegnum. Men tá ið bilførarin so royndi at vekja hann, varð í øðini og vildi ikki flyta seg.

 

Bilførarin visti sær tískil eingi onnur ráð enn at seta bilin fyri, soleiðis at maðurin ikki skuldi verða yvirkoyrdur har hann lá mitt á vegnum. Ringt varð síðani eftir løgregluni sum kom á staðið og fekk mannin á føtur.

 

Tá varnaðust tey, at hann hevði fingið ein brest, tí hann hevði ymsar snuddir og tessvegna varð hann koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Hann hevði tó eingi serlig mein, og tá ið læknin var liðugur, varð hann koyrdur til húsar.