Maður ákoyrdur á ferjuleguni

Leygardagin hendi eitt óhapp á ferjuleguni í Leirvík, tá ein maður varð yvirkoyrdur av bili á veg í land. Nú verkfalsvaktir og forðingar standa á bryggjuni er sera trongligt hjá ferðafólki og bilum at sleppa til og frá Dúgvuni, men Strandferðslan og arbeiðarafeløgini á staðnum halda ikki, at trygdin er niðursett av forðingunum

 

Umstøðurnar hjá ferðafólki og bilum at sleppa í land og umborð á Dúgvuna í Leirvík eru versnaðar, nú forðingarnar hjá verkfalsvaktunum avmarka plássið hjá ferðafólki og bilum at avgreiða síni ørindi á ferjuleguni.

Tinglimir og onnur hava eisini gramt seg um og víst á, at trygdin umborð á strandfaraskipunum ikki er í lagi, tá ferðafólk skulu í land og umborð á skip eftir somu landgongd sum bilarnir. M.a. verður ført fram, at fólk standa á bildekkinum, áðrenn skipið hevur lagt at.

Leygardagin beint eftir middag hendi eitt óhapp á ferjuleguni í Leirvík. Ein maður var yvirkoyrdur, tá hann gekk tvørturum gloppið í forðingunum, har bilarnir koyra út, og beinið kom at liggja undir dekkinum.

Sera nógv fólk varð savnað á ferjuleguni um hetta mundið, tí tey bíðaðu eftir at sleppa umborð. Tí savnaðist nógv fólk frammanfyri lítla opinum í forðingunum og bíðaði eftir at bilarnir vóru farnir í land. Sostatt var nógvur meldur á ferjuleguni.


Trygdin ikki niðursett

Strandferðslan sigur, at hennara ábyrgdarøkið gongur bara til endan á rampuni. Økið á bryggjuni sjálvari hava havnarmyndugleikarnir ella løgreglan ábyrgdina av. Tí hava Strandfaraskip Landsins ikki ábyrgdina av, hvat fer fram á bryggjuni sjálvar. Hetta vísir Reidar Nónfjall, stjóri, á.

Hann sigur, at enn hava tey ikki fingið nakra fráboðan frá manning ella skipara um, at trygdin ikki er í lagi.

Pól Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari, metir heldur ikki, at trygdin er niðursett av forðingunum. Hann vísir á, at ferðafólk og bilar verða hildin skild hvør frá øðrum. Um óhappið sigur hann, at sum honum er greitt frá, so var tað eitt hendiligt óhapp, ið kann koma fyri, men sum sjálvandi er sera óheppið.


Kann ikki gerast øðrvísi

Jógvan Heinesen, formaður í Leirvíkar arbeiðsmannafelagi, ið skipar fyri forðingunum, metir heldur ikki, at ferðafólkini eru í størri vanda nú enn áður. Hann vísir samstundis á, at trygdin umborð á skipunum ikki altíð er av teimum bestu.

Sambært Jógvani Heinesen gongur alt fyri seg við skili, tá ferðafólk fara umborð og í land, og hann vísir á, at manningin ger sítt arbeiði til lítar.

Formaðurin sigur, at forðingin ikki kann gerast stórvegis øðrvísi, tí endamálið er, at bilar við vøru als ikki skulu sleppa í land. Tí verður forðingin ikki broytt.