Ein 58 ára gamal maður misti bæði beinini niðan fyri knæ, tá hann kom undir hjólini á einum flogfari á flogvøllinum í Kastrup í gjár. Flogfarið, sum SAS eigur, var av slagnum Airbus A340. Vanlukkan hendi um fimmtíðina seinnapartin, tá flogfarið skuldi koyrast inn í hangarin. Maðurin skuldi seta okkurt fyri hjólini, tá flogfarið steðgaði, men hann fór inn undir flogfarið, áðrenn tað var steðgað. Á ein ella annan hátt bleiv maðurin fastur, og so hendi óhappið.
Hann bleiv alt fyri eitt fluttur á Ríkissjúkrahúsið og lagdur á skurðborðið, skrivar DR.
Arbeiðseftirlitið er farið undir at kanna viðurskiftini við tann hangarin, sum SAS-flogfarið skuldi í.