Maður illa sligin í miðbýnum í Havn í nátt

Løgreglan biður nú fólk um hjálp til at finna gerningsmannin til eitt ógvusligt harðskapsmál í nátt

 

Mitt í nátt varð ein maður álopin í miðbýnum í Havn og illa hagreiddur. Hetta var klokkan 3.44 í nátt at hann kom gangandi niðri í Vágsbotni, beint við Kallkyn, saman við eini kvinnu, tá ið ein maður brádliga kom rennandi ímóti teimum, og leyp á hann.

 

Maðurin, sum varð álopin, var sligin niður, og ímeðan hann lá niðri, varð hann sligin aftur. Og tá hann síðani vendi sær á búkin, varð hann sligin aftur í nakkan, áðrenn álopsmaðurin rann avstað aftur.

 

Løgreglan sigur, at maðurin varð so illa hagreiddur, at hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann er innlagdur til kanningar.

 

Løgreglan veit ikki, hvør gerningsmaðurin er. Men kvinnan, sum fylgdust við manninum, ið varð álopin, hevur greitt frá, at hann er í tjúgunum og eini 185-190 sentimetrar høgur. Hann er vanliga bygdur og var í svørtum jakka og myrkum buksum. Hann var í eini gráari hettutroyggju, hann hevði hettuna uppi á, men undir hettuni var hann í keppi, sum eisini var gráur.

 

Løgreglan leitar nú eftir geringsmanninum. Og í hesum sambandi heitir løgreglan á fólk, sum hava sæð okkurt ið kann hava samband við álopið, ella sum hava eina ábending um, hvør álopsmaðurin kann vera, um at siga frá.