Maður illa skorin

Illstøða millum tveir menn á Tvøroyri síðstu nátt endaði við, at annar dró knívin. Klokkan seks í morgun fekk løgreglan í Suðuroy boð um, at ein maður hevði brúkt knív á Tvøroyri, og at hann hevði skorið ein annan mann í andlitið og í vinstra lærið.

Maðurin, sum var skorin, bleiv fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, har sárini vórðu seymað. Sommer Joensen, sýslumaður á Tvøroyri, sigur við Portalin, at maðurin var ógvusliga skorin, men at talan tó ikki var um lívshættisligar skurðir.

Maðurin, sum hevði brúkt knív, bleiv tikin og fluttur til Havnar. Hann kemur til grundlógaravhoyring í morgin, og tá fer løgreglan at krevja, at hann verður varðhaldsfongslaður.