Maður illa fyri eftir at hann datt á sjógv

Seinnapartin í dag datt ein maður á sjógv í Vágsbotni. Men hann var so heppin, at fólk sóu hann fara niður fyri, so tey fingu bjarga honum upp aftur og sent boð eftir sjúkrabilinum.

 

Løgreglan veit ikki enn, hví hann fór á sjógv, men tað er ógvuliga kalt, og maðurin var eisini rættiliga kaldur, tá ið hann fór á Landssjúkrahúsið til viðgerðar