Maður Helle er handtikin

Stephen Kinnock, sum er giftur við forkvinnuni hjá Socialdemokratunum, Helle Thorning-Schmidt, varð í gjárkvøldið handtikin í Skt. Pætursborg, ákærdur fyri spirituskoyring Stephen Kinnock er stjóri fyri Bretska Ráðið í Skt. Pætursborg. Seint í gjárkvøldið koyrdi hann í bili sínum í miðbýnum og breyt ferðslulógina á grovan hátt. Hann bleiv stoppaður av løgregluni, sum legði til merkis, at maðurin luktaði sterkt av alkoholi, veit útvarpsstøðin Ecco at siga úr Moskva.

Orasakað av diplomatiska immunitetinum hjá Stephen Kinnocks, kundi løgreglan ikki kanna hansara promillu. Talsmaðurin fyri Bretska Ráðið ásannaði frá London, at stjóri teirra í Skt. Pætursborg varð jakstraður av einum løgreglubili og handtikin. Hann varð varðhaldsfongslaður í ein tíma.

Sambært russiskum miðlum stendur Stephen Kinnock nú til at verða vístur av landinum, og um tað fer at skala politisku karrieruni hjá konuni, Helle er ilt at siga. Men neyvan fer tað at síggja væl út, tá kritikkur um ymsu valevnini, vanliga verður grivin fram, upp undir val.