Fyri lítlari løtu síðani var ein maður funnin á Havnarvág. Maðurin hevur tað gott, men ongin veit hvussu hann er endaður á havinum Stutt fyri klokkan 14 í dag, var ein maður funnin á Havnarvág. Løgreglan og sløkkiliðið greiða frá, at maðurin var serstakliga kaldur og er fluttur á Landssjúkrahúsið.
- Maðurin var við fult vit, og visti at greiða frá hvør hann er, og so framvegis, so hann hevur tað eftir umstøðunum gott, siga teir frá løgregluni.
Ongin veit hvaðani hann er komin, og helst var hann sæddur av landi.