28 ára gamli Emiliano Sala, og flogskipari hansara David Ibbotson doyðu báðir 21 januar 2019, tá ið flogfarið, ið teir vóru í datt niður í ensku kanaluna. Enska løgreglan gekk útfrá at hetta var eitt syrgiligt óhapp, og at ongin illgerð hevði ført til at flogfarið datt niður.
Emiliano Sala hevði júst skriva undir sáttmála við Cardiff City, sum tá var í Premier League. Argentinski áleyparin hevði júst skift frá franska felagnum Nantes, fyri slakar 160 milliónir krónir og var ávegis við flogfari til Cardiff.
Í dag hevur enska løgreglan handtikið ein 64 ára gamlan mann, ið er misstonktur fyri manndráp. Løgreglan vil ikki siga hvussu maðurin hevur verið innblandaður, men bert at hann er misstonktur fyri at hava spælt ein stóran leiklut í málinum, ið av fyrstani tíð var hildið at vera eitt óhapp.
Líkið hjá Emiliano Sala var funnið aftur ein mána eftir hendingina, men líkið hjá flogskiparinum David Ibbotson, er enn ikki funnið. Hetta hevur givið løgregluni grund til at halda at hendingin ikki var eitt óhapp, og tískyld er løgreglan í Wales og enska løgreglan í gongd við stóra eftirkanning, har løgreglan, umframt 64 ára gamla mannin hava handtikið trý onnur fólk.
Tvey av teimum fýra fólkunum, ið eru handtikin, skulu í rættin tíggjunda juli.