Maður handtikin í Deniz-morðinum

Svenska løgreglan handtók mikudagin ein 42-ára gamlan mann í Göteborg, sum er illtonktur fyri at hava knívdripið lektorin við Örebro universitet, føroyskt gifta Fuat Deniz Svenska løgreglan hevur í longri tíð havt illgruna til ein mann í Göteborg fyri at hava framt morðið á assyriska lektorinum við Örebro universitet, Fuat Deniz, sum var giftur við Rúnu í Baianstovu.

Tað skriva svensk bløð.

Sagt verður, at handtikni maðurin er skyldfólk hjá dripna Fuat Deniz, og at tað er próvfast, at hann var staddur í Örebro 11. desember, tá morðið varð framt. Somuleiðis er greitt, at hann hitti Deniz hendan dagin.

Hinvegin vil løgreglan ikki upplýsa um, hvat motivið til morðið var, og um drápsknívurin er funnin. Tað stendur kortini greitt, at løgreglan í longri tíð hevur havt illgruna til hendan mannin. Hann er sum skilst eisini av assyriskum uppruna, eins og Fuat Deniz.

Svensk bløð hava eisini tosað við Rúnu í Baianstovu, sum er lættari um hjartað, nú ein maður er handtikin í málinum.

Hon sigur eisini, at hevði tað ikki verið fyri familjuna, systrar og mammu, veit hon ikki, hvussu hon hevði klárað at komi gjøgnum truplu tíðina.