Maður:Glotti í Rokkstovuni

Føroyska útiseta duoin Maður:Glotti breyt í summar níggju ára útgávutøgn við fløguni ?Land?, ið var útgivin 7 juli. Útgávan er hin triðja hjá bólkinum, ið áður hevur útgivið ?Sum? frá 1997 og ?Nakin?? frá 1999. Maður:Glotti spældu útgávukonsert á G! Mini, og var hetta einans onnur konsertin hjá bólkinum yvirhøvur á føroyskari jørð.

 

Tað eru teir báðir Dennis Agerblad/Ova og Terje Messell, ið manna Maður:Glotti. Teir báðir skriva løg og tekstir og skiftast um at syngja. Terje spælir gittar, og Dennis stendur fyri forritan og synth leiki. Universið teir skapa við teksti og tónleiki, er púra nakað fyri seg. Innan føroyskan tónleik eru teir so avgjørt ein eginsom og áhugaverd rødd. Teir syngja eisini um viðurskifti, sum annars eru merkisvert fráverandi í føroyskum rock- og popp skaldskapi.

 

Rokkstovan hitti teir báðar, áðrenn teir fóru av landinum aftur, til eitt prát um tónleikin, útgávurnar, bólkin, yrkisleiðina, og hvat teir annars halda um føroyskan tónleik. Samrøðan gjørdist ein stak áhugaverd løta, har teir báðir hugleiddu um mangt og hvat.

 

Alt hetta kanst tú hoyra í Rokkstovuni mánadagin. Og so kanst tú eisini hoyra, hvør bólkur er ?tann kulasti í Føroyum? sambært Maður:Glotti! Umframt samrøðuna hoyra vit sjálvandi eisini løg av teim trimum útgávunum hjá bólkinum, ið teir sjálvir umrøða.

 

Mánadagin kl. 17.05 (endursending týskvøldið kl. 19.00).