Maður giftur við einari pútu

Lee Jin-gyu fall fyri sínari ?dakimakura?, ið er ein stór púta frá Japan, ið hevur eina mynd av einum kendum teknirøðsfiguri á. Elskaða pútan hjá Lee hevur eina mynd av ?Fate Testarossa? á. Hetta er ein teknirøðsfigurur frá japansku teknirøðini ?Mahou Shoujo Lyrical Nanoha?.

 

Lokalur prestur gifti tey

Nú hevur tann 28 ára gamli koreanarin valt, at taka sína elskaðu pútu til konu. Tey vóru gift av einum lokalum presti. Lee hevði sjálvsagt gjørt pútuna vakra, og latið hana í brúðarkjóla.

 

-Hann er púra bergtikin av pútuni, og hevur hana við allastaðni, sigur ein vinur hjá Lee við metro.co.uk.

 

-Hann og pútan fara í tivoli, har pútan eisini sleppur at royna allar túrar við honum, og tá ið tey fara út at eta, skal pútan eisini við. Pútan fær sín egna stól og sína egnu máltíð, sigur vinurin um løgna parlagið millum Lee og pútuna.

 

Men hetta er ikki fyrsta parlagið av hesum slag. Í november valdi ein japanskur maður at gifta seg við internet damuni, Nene Anegasaki, ið bert livur í Nintendo DS spælinum ?Love Plus?.

 

Kelda: Ekstrabladet.dk