Nú seinnapartin fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður var funnin lívleysur nærhendis rossagøtuna við Hotel Føroyar í Havn.
Maðurin er síðst í 30'unum, og løgreglan veit ikki, hvussu leingi hann hevur ligið har, men tað er ein møguleiki, at hann hevur ligið síðani í gjár ella í nátt.Tað var annars eisini í dag, at familjan hjá manninum eftirlýsti mannini, tí hann hevði verið saknaður.