Maður fekk bót í gjárkvøldið – tvær ferðir

Í gjárkvøldið kom ein maður í Klaksvík sær í ta sjáldsomu støðu, at hann fekk ikki færri enn tvær bøtur frá løgregluni, og tað var fyri somu hending, har hann var vísti ósømiligan atburð ímóti løgregluni.

 

Fyrru bótina fekk hann, tá ið løgreglan koyrdi fram við einum skeinkistaði, og tá ið bilurin koyrdi fram við manninum, rætti hann ikki minni enn báðar longurtengurnar ímóti løgregluni.

 

At vísa løgregluni longutong er ikki atburður, sum verður góðtikin, og tískil skuldi maðurin hava bót fyri at bróta politiviðtøkurnar. Men tá ið løgreglufólkini steðgaðu, og fóru at tosa við mannin fyri at fáa neyðugu upplýsingarnar frá honum, vildi hann heldur ikki siga, hvør hann var. Tað er ólógligt eftir rættargangslógini, so hann fær eisini bót fyri fyri.

 

Løgregan sigur, at maðurin mátti takast við á løgreglustøðina, og har varð hann so sitandi til hann hevði tikið við læru og segði, hvør hann var, men hesin túrurin í býin kostaði honum sostatt tvær bøtur.