Ein 49 ára gamal maður druknaði í Klaksvík sunnudagin. Maðurin sigldi við línuskipinum Helenu, sum lá við kei á Kósini, har teir júst høvdu tikið ís. Skiparin gav boð um, at báturin skuldi flytast nakrar metrar longur norður á keiina, so aðrir bátar kundu sleppa framat at taka ís.
Maðurin stóð á keiini og skuldi loysa. Brádliga varnast skiparin, at maðurin hongur í lúnningini. Ógreitt er, hvat hendi, men mangt bendir á, at maðurin hevur roynt at lopið umborð og hevur so ikki megnað tað.
Skiparin fer so manninum til hjálpar, men tað eydnast honum ikki at fáa mannin upp um lúnningina. So sigur maðurin sjálvur, at hann sleppur, tí hann orkar ikki at halda meira og ætlar at svimja inn til keiina. Hvat síðani hendi, er ikki greitt. Tí tað næsta sum hendir er, at ein maður, sum stendur á keiini, sær mannin flóta lívleysan í sjónum.
? Tað er eitt hol har, sum vit ikki vita, hvat er hent. Men tað var sera kalt í veðrinum hendan dagin, so tað kann vera, at hjartað er steðgað, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík.