Umborð á einum donskum flogfari úr Las Palmas til Gøteborg herfyri, gjørdist ein maður knappliga ússaligur og fall í óvit.
Til alla lukku var ein lækni umborð, sum í stundini gav honum hjartaviðgerð, men har var einki at gera - ferðamaðurin doyði, áðrenn flogfarið fekk lent. Tað er danska blaðið, Ekstra Bladet, ið skrivar um hendingina.
Blaðið hevur havt eina samrøðu við eigaran av flogfarinum, Jesper Rungholm. Hann boðar frá, at hóast ein lækni var umborð, kundi maðurin ikki bjargast.
– Vit fylgdu vanligari mannagongd. Læknin gjørdi sína skyldu, men tíverri bar ikki til at bjarga manninum, sum eftir øllum at døma er svii, sigur fyrisitingarstjórin.
Tá ið flogskiparin ásannaði, hvussu álvarslig støðan var, setti hann seg í samband við aðrar floghavnir fyri at vita um til bar at lenda eitt sindur fyrr, men honum var upplýst, at skjótast var at flúgva til Gøteborg.