Maður deyður í ferðsluvanlukku

Ein syrgilig ferðsluvanlukka er hend á Tvøroyri seint í kvøld, sum hevur kostað einum 41 ára gomlum manni lívið.

Ein syrgilig ferðsluvanlukka er hend á Tvøroyri seint í kvøld, sum hevur kostað einum 41 ára gomlum manni lívið. Løgreglan fekk fráboðan um hendingina klokkan 23.18 í kvøld, og longu klokkan 23.53 var maðurin deyður.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at syrgiliga hendingin fór fram í Líðini, nær við Salt og bilurin, sum maðurin koyrdi í, er illa farin. Enn er bilurin ikki kannaður, og tí veit løgreglan heldur ikki, hvør orsøkin kann vera til vanlukkuna.

 

- Soleiðis, sum vit hava skilt tað, var bilførarin á veg norður eftir - ella inn móti Trongisvági - tá hann rendi á ein pela og fór út av vegnum. Maðurin varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, men tað eydnaðist ikki at bjarga lívinum á manninum, sum varð staðfestur deyður klokkan 23.53.

 

Vaktleiðarin sigur, at øll neyðug tilbúgving varð sett í gongd, og tey vóru eisini í samband við tyrlutænastuna, um avgerð skuldi takast um møguliga at flyta mannin á Landssjúkrahúsið við tyrlu, men hóast roynt varð at geva lívbjargandi hjálp, eydnaðist ikki at bjarga manninum.

 

- Familjan hjá manninum er kunnað um vanlukkuna, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í nátt.