Maður datt á sjógv

Nógv fólk hevur verið í býnum í nátt og sum in.fo hevur skrivað fyrr í dag, hevur løgreglan havt úr at gera.

 

Alt hevur tó ikki bara verið harðskapsmál.

 

Um tvey-tíðina í nátt bleiv løgreglan boðsend oman til bátabrúgvarnar á Skálatrøð.

 

Ein maður var dottin á sjógv har niðri, men fólk rundan um høvdu megnað at fingið hann upp. Maðurin hevði tó sligið seg í í fallinum, og varð tí sendur á Landssjúkrahúsið, har hann bleiv seymaður saman aftur.

 

Tíðliga í morgun varð ein bilførari tikin í Eysturbýnum í Havn. Tað vísti seg, at hann hevði drukkið meiri av sterkum, enn ein hevur loyvi til, tá ein skal koyra bil, so hann varð tikin á Landssjúkrahúsið, har blóðroynd varð tikin av honum. Bilførarin missir koyrikortið.