Maður datt úr stiga

Eitt arbeiðsóhapp hendi vesturi í Vágum í gjár.

Eitt arbeiðsóhapp hendi vesturi í Vágum í gjár.

 

Menn eru í ferð við at skifta vindeygu í einum húsum og høvdu sett eitt stillads upp. Ein maður var farin upp í stigan, men var áhaldsin og datt. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men vakthavandi á løgreglustøðini í Havn visti ikki at siga, um maðurin var illa løstaður ella ikki.

 

Arbeiðseftirlið kannar nú málið.