Klokkan 15.08 seinnapartin fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum bili á parkeringsøkinum við Kirkjuna í Kvívík. Ein 76 ára gamal maður var í bilinum og lat lív í eldinum Sløkkiliðið í Kvívík var á staðnum beinanvegin, og klokkan 15.20 var eldurin sløktur.
Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at tá fráboðanin kom, stóð bilurin longu í ljósum loga, og fólk sluppu ikki at bilinum fyri tí nógva hitanum.
Hóast sløkkiliðsfólk vóru á staðnum beinanvegin, var einki at gera fyri at fáa mannin úr bilinum, og 76 ára gamli kvívíkingurin brann inni í bilinum.
Tey avvarðandi at manninum hava fingið boð um vanlukkuna.
Løgreglan veit ikki at siga, hví eldur kom í bilin, men bilurin verður nú kannaður nærri, soleiðs at staðfestast kann, hví og hvussu eldurin er uppstaðin.










