Umleið kl. 17 í dag handtók løgreglan ein mann, sum hevði brúkt knív móti einum øðrum manni, eftir at teir fóru til hendurs í miðbýnum í Havn. Maðurin fekk eitt sindur av skaða av knívinum, men einki álvarsligt, sigur løgreglan.
Av tí at rúsdrekka var uppií, so hevur ikki borið til at avhoyrt partarnar, men løgreglan sigur, at mennirnir eru kendir av løgregluni, og teir plaga at halda saman í miðbýnum í Havn.
Í morgin verður avgjørt um maðurin, ið hevur brúkt knív, skal til grundlógaravhoyring, og um hann verður skuldsettur fyri harðskap.










