Maður Bjørt farin frá

Virkandi landssdjóralæknin er giftur við landsstýriskvinnuni í vinnumálum, sum landsdjóralæknin hoyrir undir. Hann hevur nú valt at leggja frá sær

Starv

 

Síðani fyrrverandi landsdjóralæknin, Bjørn Harlou, gjørdist sjúkur og andaðist í fjør, hevur Peter Østergaard, djóralækni, ið er deildarleiðari fyri fiska- og djórasjúkur undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, virkað sum landsdjóralækni. Hetta er hann ikki longur. Orsøkin er, at kona Peter Østergaard, Bjørt Samuelsen, nú er nýggj landsstýriskvinna í vinnumálum, sum Starvsstovan hoyrir undir.

- Nú kundi tað sæð út, sum um eg havi koyrt mannin hjá mær frá, men tað havi eg ikki. Tað er onki løgfrøðisligt til hindurs fyri, at hann situr í starvinum, men tá tað nú verðu sókt eftir nýggjum landsdjóralækna, og hann longu í fjør ætlaði sær úr starvinum, hevur hann valt at gera tað nú. Um hann var settur landsdjóralækni, var støðan sjálvandi øðrvísi, sigur Bjørt Samuelsen.

Maðurin Peter Østergaard váttar, at hann ongantíð hevur ætlað sær at verði sitandi sum virkandi landsdjóralækni.

- Tað er eitt spennandi starv, men sera krevjandi, tá hugsað verður um, at eg frammanundan eri deildarleiðari fyri fiska- og djórasjúkur. Tí er avtalað, at Andras Strøm avloysir meg, til vit fáa ein djóralækna frá Fødevarestyrelsen til at taka sær av hesum frá hálvum mars. Hesin skal so virka, til nýggjur landsdjóralækni er settur, sigur Peter Østergaard.

Týsdagin fór lýsingin út, har Heilsufrøðiliga Starvsstovan søkir eftir landsdjóralækna. Virkandi landsdjóralæknin, Peter Østergaard, ætlar sær ikki at søkja starvið, nú tað er lýst leyst. Orsøkin er ikki útlitini fyri at koma at arbeiða undir konu síni sum landsstýriskvinnu í vinnumálum. Høvuðsorsøkin eru ætlanirnar um at flyta lóggevandi partin fyri stovnin úr Vinnumálaráðnum á Heilsufrøðiligur Starvsstovuna.

- Hetta merkir, at sami sami stovnur, sum ger lógarsmíðið, eisini kemur at hava eftirlitið við arbeiðinum hjá stovninum, og tað er eftir míni meting sera óheppið, sigur Peter Østergaard.

Freistin at søkja starvið sum landsdjóralækni er 31. mars.