Kyndil vitjar í dag hjá StÍF, sum er ájavnt við Kyndli á fimta plássinum við fimm stigum. Kyndil varð undan kappingarbyrjan roknað millum tey liðini, sum høvdu góðan møguleika at koma í FM-finaluna, men higartil hava avrikini sveiggjað sera nógv.
Í vikuni boðaði felagið frá, at Geir Wardum nú verður knýttur at venjaratoyminum, og at íslendski Hørður Fannar Sigthórsson nú aftur verður at síggja á strikuni. Hesin seinni nevndi hevur tó verið skaddur, og tí gongur helst ein mánaði, áðrenn hann spælir. Kravið til Kyndil er treytaleyst, at teir skulu vinna í dag, um teir ætla sær aftur í oddin, men hinvegin kunnu strandingar eisini vinna seg longur upp, um tað eydnast teimum at vinna.
Í Vestmanna hevur VÍF heimavøll móti Neistanum. Saman við KÍF er VÍF á finalukós. Kappingin í oddinum er tó sera tøtt, og tí taka teir einki fyri givið, tí Neistin er eisini við í feltinum, sum eltir oddaliðini.
Triði dysturin í dag verður í Hoyvík, har Team Klaksvík vitjar. Einki er at ivast í, at H71 er stórfavorittur at vinna dystin, men klaksvíkingara hava víst, at teir væl og virðiliga kunnu kappast við tey stóru, og so er spurningurin, um teir aftur kunnu arga hesaferð.
Teir tríggir mansdystirnir verða allir spældir klokkan 16 í dag.










