Ma­rek Hamsik tók málmetið hjá Diego Maradona

Argentinska fótbóltslegendan, Diego Maradona er ikki longur søguligi toppskjúttin hjá Napoli

 

Slovakiski áleyparin, Ma­rek Hamsik er nú søguligi toppskjúttin hjá italska seriu A liðnum, Napoli.

 

Síðani 1991 hevur argentinska fótbóltslegendan, Diego Maradona átt metið, men metið reyk ígjár.

 

Ígjár vann Napoli 3-2 á Sampdoria á heimavølli. Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki. Søgulig var løtan tá 39 minuttir vóru leiktir og Ma­rek Hamsik legði Napoli á odda 3-2, og gjørdist søguligur toppskjútti hjá Napoli.

 

Ma­rek Hamsik hevur í 465 dystum fyri Napoli skotið 116 mál.

 

Diego Maradona, sum spældi við Napoli, árini 1984 til 1991 skoraði 115 mál fyri Napoli. Men tað skal leggjast aftrat, at Diego Maradona brúkta 259 dystir til at skora tey 115 málini. So gjøgnumsnitsliga avrikaði Diego Maradona betri enn Ma­rek Hamsik.

 

30 ára gamli, Ma­rek Hamsik hevur spælt við Napoli síðani 2007. Hann hevur skotið 21 mál í 103 landsdystum fyri Slovakia. Ma­rek Hamsik hevur tvær ferðir vunnið italsku steypakappingina við Napoli.