Maðkur er nú matur fyri menn. Í øldir hava føroyingar roynt at sloppið undan maðki í mati, men tað kann verða, at tað verður øðrvísi í framtíðini.
European Food Safety Agency (EFSA) góðkendi í farnu viku mjølmaðk sum mannaføði í ES. Hetta er fyrsta ormvera, sum fær hesa góðkenning. Góðkenningin kemur, eftir at franska felagið Micronutris sendi EFSA eina umsókn um at viðurkenna mjølmaðk sum mannaføði.
EFSA sigur, at mjølmaðkur er tryggur at eta bæði í heilum líki ella sum pulvur. Matvørustýrið sigur, at høvuðsinnihaldið í mjølmaðki er protein, feitt og fipur. Mjølmaðkur verður longu brúktur í djóramati.
EFSA skal í næstum gera fleiri líknandi kanningar – eitt nú skal kannast, um veggjasmiður og grashoppa kunnu etast av fólki.
Vælgagnist!