Maðkareiðrini aftan fyri gardinurnar

Nýggja skaldsøgan hjá Jóanes Nielsen, Glansbílætasamlararnir, er uttan samanbering tann mest bersøgna, sum yvirhøvur er skrivað á føroyskum. Fyri nógv er hon uttan iva skelkandi. Fyri høvundan er hon ein endurspegling av lívinum, tá tú velur at siga onkrar av sannleikunum. Júst av somu orsøk rennur vakurleikin sum ein fínur tráður gjøgnum sjálvt ta mest avskeplaðu lagnuna í bókini


Søgan byrjar sum ein røð av deyðslýsingum. Djalli, Ingimar, Staffan, Olaf og Fríðrikur, allir doyggja teir á ein ógvusligan hátt á ungum árum. Hetta eru fimm av glansbílætasamlararnum í árgangi 52 á Sankta Frans Skúla í Havn, sum allir búgva á Landavegnum. Har býr Kári eisini, sum so ella so fylgir glansbílætasamlararnum alt lívið. Tá tann seinasti av teimum doyr, er tað Kári, sum skrivar minningarorðini  ella rættari hugleiðingarnar um glansbílætasamlararnar, sum plagdu at sita aftanfyri høsnarhúsið hjá nunnunum í fríkorterinum og bíta um bíløt ...
Maðkareiðrini
Við einum slíkum bygnaði er tað freistandi at gita, at hugleiðingar hjá Kára sostatt gjørdust skaldsøgan hjá Jóanes Nielsen. Er Glansbílætasamalarnir eitt slag av fiktivum endurminningum?
- Tað er rætt, at søgan um teir tekur støði í árgangi 52 á Sankta Frans Skúla, har eg sjálvur gekk. Og tað er eisini rætt, at fleiri av dreingjunum doyðu á ungum árum uppá ein sjáldsama dramatiskan máta ella gingu til grundar, tí teir ikki rættiliga kláraðu at liva. Tað er lopfjølin til skaldsøguna, men har frá eru bæði teir og hendingarnar í bókini fiktivar. At eg valdi teir kemst av, at teir saman skapa eitt breitt fundament, sum gav mær møguleika at koma víða um í eini lýsing av hasum tíðarskeiðinum og hasi síðuni av lívinum. Ambitiónin hevur also ikki verið at gera ein ultimativan tvørskurð av tí føroysku psykuni. Søgan um glansbílætasamlararnar er bara ein partur av sannleikanum um, hvussu lívið hjá summum av okkum kann laga seg.
Ein óvanliga myrk  síða av lívinum, má man siga ...
- Tja, tað er so spurningurin. Tað tykist sum, at tá tú koyrir gardinurnar frá í lívinum, líka mikið hjá hvørjum, so finnur tú oftast okkurt maðkareiður. Tá man skrivar eina bók, sum hesa, og hevur tær ambitiónir, sum eg havi, og rópar man seg hartil ein realistiskan høvund, so má man taka alt tað við, sum hoyrir tí veruliga heiminum til. Eg kann ikki loyva mær at sita og redigera, so at eitt glansbílæt kemur fram. Eg má fáa tað ordiliga bílætið fram, ella tað, sum í øllum førum sigur rættiliga nógv.    
Hinvegin, ein rithøvundur, sum roynir at taka kappingina upp við veruleikan, dumpar altíð. Bæði tí veruleikin hvørja ferð trumfar nógv hægri og nógv grummari. Og tí ongin trýr einum høvunda, sum bara hópar grumheit omaná grumheit. Tað, sum kemur í eina bók, er sum oftast ein modererað og ein vakrari útgáva av lívinum. Sum rithøvundur setur tú eisini tingini saman á ein hátt, so tey rigga listarliga. Øll lív eru áhugaverd, tú skalt bara duga at fáa tað fram. Sanna geniið býr jú í at fáa deytt stoff at syngja. Spurningurin er so, um eg havi dugað tað í hesi bókini.
Ættarliðssøga
Hetta fundamentið, hesir glansbílætasamlararnir, góvu tær eisini møguleika at skriva søguna um títt ættarlið. Var tað eisini ein av ambitióninum við bókini?
- Ja, avgjørt, og eg má viðganga, at eg eri serliga spentur uppá, hvat lesarar úr míni generatión fara at siga til bókina. Samstundis er hon ein roynd at geva eina lýsing av býnum, eg eri vaksin upp í.
Tað vísir seg, at Havnin hevur eitt ávíst potentiale, tá tað snýr seg um list. Í føroyskum skaldskapi grør tað næstan organist burturúr húsum og gøtum í Havnini. Í so máta er Glansbílætasamlararnir ein ættarliðssøga, sum plaserar seg í eina langa traditión í føroyskum bókmentum.
Málstríðið í Hoydølum stendur jú rættiliga sentralt í søguni hjá hesum ættarliðinum. Men í tíni útgávu fær tann ofta nakað romantiseraða myndin av tí nakrar álvarsligar skøvur.
- Ja, tí yvirhøvur, tá nationalisma fer uppá kók, er sum oftast ein steinur í skónum onkustaðni. Man vinnur sigrar, men onkur má altíð gjalda prísin. Øll, sum onkusvegna verða rakt av tjóðskaparstríðnum í bókini, blíva sjúk og visna. Ikki tí, nationalisma kann eisini verða katalysator fyri nógvum stórbærum. Men hon kann sannliga eisini verða skaðilig  tað er altíð handan dualisman ...
- Topppolitikarin og sambandsmaðurin Olaf er jú eisini tvinnaður inn í handan partin av søguni, har hann verður lýstur sum eitt vanligt menniskja. Í so máta er hann ein uppgerð við hasa irriterandi, stupidu tilveruna, sambandsmenn hava livað í føroyskum skaldskapi, sum fólk, tú ikki rættiliga kanst taka fyri fult.
Bankin og kærleikin
Tað ber illa tosa um Glansbílætasamlararnar uttan at koma inn á tær nógvu lýsingarnar av mest sum groteskt avskeplaðum kynslívi. Í fyrstuni kennist tað næstan sum at lesa American Psycho, tú fært ein hvøkk, tí tað er so óvænta og ógvusligt.
- Jú, men her mugu vit minnast til, at tað bara eru eini 15 ár síðani, vit fyrstu ferð í føroyskum skaldskapi fingu eina lýsing av kynslívinum, har tingini vórðu nevnd, við teimum røttu orðunum. Áðrenn tað vóru øll so øgiliga høvisk, tey fóru í pyamas, áðrenn tey fóru í song, og høvundurin avdúkaði ongantíð, hvat tey gjørdu undir dýnini. So sum føroyskur høvundur følir man seg rættiliga jomfrúalskan, bara við yvirhøvur at taka kynslívið upp sum evni.
- Tað einasta, sum er hent í hesum førinum, er, at eg havi drigið gardinurnar frá og víst, at føroyingar bara eru menniskju eins og øll onnur. Tað er eisini mín skylda í tí løtuni, eg eisini í aðrar mátar bjóði meg fram at fortelja sannleikar við hesi bókini. Mær vitandi, er hetta eisini fyrstu ferð í føroyskum skaldskapi, vit síggja eina ópyntaða lýsing av homoseksualiteti.
Ein av orsøkunum til at seksualiteturin hjá hesum persónunum tykist so ósambæriligur við tað normala er kanska, at tað ikki rættiliga er pláss fyri honum í trongu rúmunum hjá kærleikanum. Tá Kári einferð kemur aftur til Føroyar og ætlar sær at fara at vitja onkran av gomlu vinmonnunum, hugsar hann:
Teir flestu vóru giftir menn við húsi, konu og børnum. Og nettupp í raðfylgjuni við húsunum fremst. Húsið var karmurin um tað føroyska parið, og inn gjøgnum hurðar, gongir og trappur skuldi kærleikin tross fanin kroystast.
Hevur kærleikin tað veruliga so trongligt í Føroyum?
- Also, man hevur ta ideellu myndina av forelskilsinum, men í veruleikanum fungerar tað nógv meir skipað. Uttan iva byrjar tað við, at man verður skotin í hvørjum øðrum, men áðrenn fólk vita av, brúka tey øll síni bestu ár at stríðast við at betala rentur og avdrøg. Og í øgiliga stóran mun er tað uppá bekostning av kærleikanum. Restin, alt tað vakra og eggjandi og orginala, er sovorði, sum er í høvdinum á droymarum og fólki, sum vilja liva øðrvísi enn foreldrini. Húsið í Føroyum hevur uppá ein máta somu funktión, sum avtalað hjúnarlag í nógvum miðaldarligum muslimskum londum. Har eru tað foreldrini, um gera av, hvørjum børnini skulu giftast við. Í Føroyum er tað bankin, sum ger av, at kvinna og maður skulu halda saman. So kann man altíð diskutera, hvat er betri.
 
 
Ótespiligi Jóanes
Sjálvt um Jóanes er fullgreiður yvir, hvat tað inniber at virka sum høvundur í einum so lítlum samfelag, sum tað føroyska, hevur hann ikki hugsað so nógv um, hvørjar rekatiónir hann kann vænta uppá hesar óvanliga bersøgnu lýsingarnar av kynslívinum.
- Jú, eg eri púra greiður yvir, at slíkt kann skapa ógvusligar reaktiónir. Men her hugsi eg ikki so nógv um meg sjávan, men meir um, at man hóast alt er pápi og hevur familju, sum kanska hugsar: Harragud, hvat er hetta fyri ein maður, vit hava havt gangandi ímillum okkum ... Var eg bara var ein leysur kroppur, hevði ikki hugsað um, at onkur møguliga fer at fata meg sum perversan ella sjúkligan. Hatta við at sjokera er ikki so púra fremmant fyri mær. Søgurnar, sum gingu um meg í samband við onkra happening í 70inum, vóru rættiliga ótespiligar. Og ivaleyst gjørdu tær sítt til, at eg rættiliga tíðiliga gavst við at hyggja at mær sjálvum við eygunum hjá øðrum. Gert tú tað, byrjar tú spakuliga at korrumperast. Tað hevði heldur ikki givið nakra meining fyri meg at verið høvundur, um eg skuldi liva upp til ein glansbílæt hjá øðrum. Og tað burdi tað heldur ikki gjørt fyri aðrar høvundar.  
At allir høvundar ikki fata sín leiklut soleiðis er ikki nøkur loyna. Og sambært Jóanes er tað eisini orsøkin til, at nógvar bókmentir eru so lítið sigandi og ikki koma har inn, sum nervarnar eru, og har tað pínir. Hinvegin er tað líka lítið kynstur og meining í at vera besøgin bara fyri at provokera, og tí er javnvágin so avgerandi.
Í Glansbílætasamlarnir er tað millum annað frásøgumaðurin Kári, sum skapar hesa javnvág. Kári er tann mest normali av glansbílætasamlararnum, sum bæði kennir seg drignan at og stoyttan frá gátuføru og ekstremu tilverunum hjá hinum. Tað er lætt at kenna seg sjálvan aftur í Kára og hansara forvitni og tískil at fylgjast við honum gjøgnum søguna. Nakað lesarin nokk hevur brúk fyri í hesi skaldsøguni.
- Ja, hatta var eg eisini rættiliga tilvitaður um. Ella bleiv tað, tá eg sá, hvønn leiklut Kári hevði, tí onki er avgjørt frammanunadn, tá eg byrji at skriva. Men eg hevði eisini brúk fyri Kára at flætta nógvu trægrirnar í skaldsøguni saman, so hon ikki bleiv til eina røð av stuttsøgum í staðin.
Vakurleikin
Søgan endar við, at tann seinasti glansbílætasamlarin, Olaf, doyr av AIDS. Kári, sum hevur hjálpt honum seinastu tíðina, situr við songina hjá honum og sum eitt slag av eftirskrift verður, sagt, at Kári seinni skrivaði minningarorð um Olaf:
Ella kanska er rættari at kalla minningarorðini eina hugleiðing. Kári skrivaði um børnini, sum fyri nøkrum og tretivu árum síðani sótu niðanfyri høsnarhúsið hjá nunnunum og vístu hvørjum øðrum glansbíløt. Tey vóru tíggju ára gomul og høvdu langt síðani fatað, at uttan vakurleika, bar ikki rættiliga til at liva.
Havandi í huga allar grumheitirnar í Glansbílætasamlararnir er tað freistandi at spyrja høvundan, um tað sama er galdandi fyri hetta at skriva, at tað ikki rættiliga ber til uttan vakurleika.
- Ella uttan vónina um vakurleikan. Um tú hyggur, finnur tí altíð okkurt forsónandi í lívinum. Í skaldskapi fyrr vóru tað vanliga einglar, sum høvdu tann leiklutin. Í veruliga lívinum koma tað altíð menniskju púra óvæntað og geva tær eitt herðaklapp, og seta kanska entá tingini í system og vísa, hvussu alt hongur alt saman. Ofta rennir tú teg í tey, tá tú ert heilt har úti, at ongin vón tykist vera longur. Jú, tað er nokk, sum svenski høvunduri Arthur Lundquist sigur Lívið er ofta yvirmett, men ongantíð vónin um eitt gott lív
Á veg út í gongina fær Jóanes eyga á eina lítla gamla, eitt sindur rukkuta mynd, sum hongur á vegginum.
- Hygg, hatta eru nakrir av glansbílætasamlararnum, sigur hann og peikar á myndina.
Á myndini standa nakrir ungir jassar og spæla gittar og trummur á einum palli í nunnuskúlanum. Burtursæð frá 50ara frisurunum og klæðunum síggja teir heilt vanligir út, sum dreingir flest nú á døgum.
Kanska finnast tað glansbílætasamlarar allastaðni ...