Høgni Hoydal fegnast um, at allir politisku flokkarnir í dag samdust um at loyva uppskotinum um serligt barnaískoyti til viðgerðar.
- Væntandi sleppa vit at leggja uppskotið fram í dag, og síðani mugu vit bíða eftir nærri boðum frá Løgtingsformanninum nær uppskotið sleppur til viðgerðar, sigur Høgni Hoydal.
Les eisini: Vend komin í: Fátøk fyri tingið
Eftir vanligum mannagongdum, skal minst ein dagur skilja framløgu og viðgerð av einum uppskoti, og eftir álmanakkanum hjá Løgtinginum fækkast dagarnir áðrenn summarfrítíðina, so andstøðan vónar at fáa uppskotið til viðgerðar longu hesa vikuna.
- Helst koma vit at biðja um frávik frá vanligum tíðarfreistum, soleiðis at málið kann nøkta tann bráðfeingistørvin sum er hjá teimum fíggjarliga sperdu familjunum, sigur Høgni.
Hóast hann fegnast um, at uppskotið nú sleppur til viðgerðar, so merkir tað ikki, at tað verður samtykt í verandi líki.
- Tað týdningarmikla er, at vit fáa nýtt verandi hagtøl á ein ítøkiligan hátt, og síðani kann málið verða viðgjørt í teimum røttu nevndunum við neyðugum útgreiningum, soleiðis at tær sperdu familjurnar fáa ágóðan av ískoytinum beinanvegin, sigur formaðurin fyri Tjóðveldi.
Les eisini: Allir flokkar nú við
Uppskotið leggur upp til, at familjurnar við lægstu inntøkunum í føroyska samfelagnum kunnu fáa eitt hægri barnaískoyti eftir umsókn.
- Sjálvandi loysir hetta ikki allar trupulleikar, og vit mugu ikki rokna hesa skipanina sum ein kodda. Fátækadømi verður verandi ein fjøltáttaður trupulleiki, ið krevur størri broytingar í lønarviðurskiftum og arbeiðs- og bústaðarumstøðum, sigur Høgni Hoydal.










