Forkvinnan í Javnstøðunevndini, Kristianna Winther Poulsen, vónar at tað er ein misskiljing, at bert ein kvinna varð mett skikkað til onkran av fimm sessum í serfrøðinganevnd. Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, vónar, at løgtingsformaðurin Hergeir Nielsen fer at taka stig til at rætta tað, hon vónar er ein misskiljing, tá fýra menn og bert ein kvinna vórðu mett skikkað til sess í serkøna arbeiðsbólkin, sum skal gera uppskot til nýggja løgtingsvallóg.
Løgtingsformaðurin segði í tíðindunum 25. juni , at hann einki kundi gera við hesa støðu, tí at limirnir í serfrøðingabólkinum eru vald sambært tilmæli frá pørtum, sum ásett í uppskotinum til samtyktar.
Kristianna Winther Poulsen sigur í viðmerking í dag, at í grein 8 í javnstøðulógini er ásett, at allar almennar nevndir og líknandi skulu setast saman soleiðis at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðað. Hendan áseting fevnir eisini um tær nevndir og líknandi, sum løgtingið setir.
- Tí er ringt at skilja, at løgtingsformaðurin, sum hevur ábyrgd av at seta serfrøðingabólkin, einki kann gera við, at hesin arbeiðsbólkurin ikki lýkur ásetingarnar í javnstøðulógini. Vónandi er hetta ein misskiljing, sum hann tekur stig til at rætta skjótast gjørligt, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini.