Móðurland

Yrking

 

Eg livi í einum landi

har aldan hvít á sandi

tutlar mær í oyra

neyvan man eg hoyra.


Eg livi í egnum heimi

í dreymunum eg sveimi

upp á hægstu tindar

har kaldir blæsa vindar.


Eg gangi sum í rómi

og frælsi burtur? hómi

men hygg har kemur skaddan

hví ger hon meg so ræddan ?


Frá barni av eg lærdi

at ein var sum meg vardi

- um trúgvin er hin sterka

so far tú bert til verka.


Mítt móðurland er kærast

hví skal tað soleið?s farast?

oss fjøtrar líkasæla

í egnum landi træla.


Eg livi í einum landi

har aftur lúrir vandi

tí afturhaldið ræður


Um vónin ei skal bresta

í bálið má eg festa

sum kveikir frælsisloga

tá tora vit og vága.


P.M.