Jákup á Dul Jacobsen sigur, at um fólkatalið stendur í stað, ber tað ikki brá av einum samfelag í besta blóma. Hetta ávirkar eisini íløguhugin, sigur hann.
Vit kunnu sjálvandi hugleiða og spyrja um orsøkirnar til kvinnuundirskotið. Kunnu hesar vera:
Viðurskiftini hjá støku uppihaldarum?
Ongar íbúðir fyri ein sámuligan leiguprís – og eingin leigulóg?
Samfelagið er lagað til tvær inntøkur, um endarnir skulu røkka saman?
Mentanarlívið blómar ov lítið, ikki vegna vantandi evnir, men vegna ov vánaligar umstøður?
Stundin er komin til at finna fram til, hvørjar orsøkirnar eru til at fólkatalið stendur í stað, og hvat skal til til tess at fáa kvinnur, menn og børn at kenna seg raðfest, at kenna seg vælkomin og fáa hug til at koma heimaftur. Tað vil Tjóðveldi og tað vil eg. Okkum tørvar tykkum!