#MÍTTVAKRASTA verður í morgin

- Tað er í morgin, at Frælsi skipar fyri #MÍTTVAKRASTA.

 

- #MÍTTVAKRASTA er ein tykisrenning, har vit ganga og renna okkara yndistúr í nærumhvørvinum. Øll kunnu verða við. Tú rennur ella gongur tín yndistúr eftir førimuni og uttan mun til longd.

Tað siga tey, sum standa aftan fyri Frælsi. Tey vísa á, at luttøkan er ókeypis, men til ber at lata stuðul til Krabbameinsfelagið.

- Seinasta ár lótu luttakararnir í #FVHM 66.000 kr, harav 10.000 krónur vóru til Beran. Luttøkugjøldini fyri FVHM verða flutt til FVHM2021, og eisini ber til at fáa luttøkugjaldið fyri 2020 afturborið, siga tey í Frælsinum.

Lagt verður aftrat, at tey fyrstu 650, ið skráseta seg, fáa medalju fyri luttøkuna.

- Vit gleða okkum at síggja og deila myndir, filmsbrot og viðmerkingar frá tykkara yndistúri í nærumhvørvinum. Brúki #míttvakrasta og tagga Ítróttarfelgið Frælsi á tykkara sosialu miðlum. Til ber at tekna seg á heimasíðuni www.frælsi.fo

Í Frælsinum vísa tey eisini á, at Føroya vakrasta hálvmaraton verður aftur hin 4. september 2021, um alt gongur sum ætlað. - Vit vóna góða undirtøku og gleða okkum at síggja tykkara vakrastu, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í kvøld.