28 ára gamla Kjarta Johannesen og 30 ára gamli Erland E. Jacobsen, sum búgva á Argjum, eru eitt ordiligt ólavsøkupar. Tað eru nevniliga akkurát 10 ár liðin, síðan tey funnu hvønn annan á Ólavsøkukonsertini í 1998.
Um hetta mundið í fjør fór Erland niður á knæ og bað um hond Kjartu, sum er ættað úr Dali. Nú, eitt ár seinni, leygardagin 26. juli, geva tey bæði hvørjum øðrum jaorð í Dals kirkju. Aftaná verður skotið fyri teimum, sum siður er í Dali.
Aftaná verður veitsla fyri umleið 180 fólkum í bygdarhúsinum Eiriksgarði, har Elisabeth Myllhamar borðreiðir við trimum rættum, øli, víni og sodavatn.
Kjarta fer í hvítan brúðarkjóla frá Brúðarlín, og Erland í myrkan klædning frá Kallkyn. Smáu børnini, drongur og genta, verða í fínum brúðarklæðum. Til dansin hava tey biðið suðuroyingarnar Eyðun og Niel undirhalda.
Blómur: Rósur
Litir: Violett og hvítt









