Ástarfundurin byrjaði av tilvild. Meðan hon vitjaði ein annan fanga á Stovninum við Herstedvester, har Peter Lundin eisini sat um somu tíð, rendi hon seg av tilvild í hann, sum samstundis hevði vitjan av pápa sínum.
Hon var tá ikki greið yvir at tann maðurin, ið brádliga stóð fyri henni til tess at læna ein breyðknív, í veruleikanum var tann navnfræmi hópdrápsmaðurin, Peter Lundin.
Tey gjørdust væl tá, og síðan tá hevur hon vitjað hann regluliga, eisini eftir at hann er blivin fluttur til Østjyllands Statsfængsel í Horsens at sita dóm sín.
- Eg vitji hann tveir tímar, eina ferð um vikuna, eisini eftir at hann er fluttur til Horsens, sigur »Kirsten« við B.T.
Spurd, hvussu hon reageraði, tá hon hoyrdi at hann brádliga var giftur við einari aðrari kvinnu, svarar hon at hon bleiv nakað súr, men at hon ivast í um tað veruliga passar.
- Tað hevði tikið meg á bóli, um tað passar. Eg havi tosað við Peter, og hann sigur at tað er einki í tí. At tað er lygn, sigur »Kirsten« við B.T. tann 30. september.