Hondbóltur
Tað snýr seg alt um at vinna. Fagnaðurin á Stjørnu-kvinnunum var eisini ovurstórur, tá tær við sigri á Tjaldri høvdu ognað sær stóra steypið, men eina løtu sá tó ikki heilt so gott út.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var tað Tjaldur, sum hevði hug at seta seg á dystin, men hetta skapti ongan tíð nakran ótta á liðnum hjá Stjørnuni, segði Simona Petersen eftir dystin.
- Eg haldi ikki, at vit vóru bangnar. Men vit vistu, at tað fyrst og fremst ráddi um hjá okkum at halda fokus. Fyrstu løtuna av dystinum framdu vit eisini fleiri mistøk enn tær, og tá løgdu tær seg eisini framum. Men tað koppar til okkara fyrimun, tá vit minka talið av mistøkum í spælinum.
Eru tað kanska fleiri royndirnar hjá tykkum, sum gera, at tit tá minka um talið av mistøkum?
- Kanska eitt sindur. Tað eru sjálvandi ikki bara royndirnar, sum avgera alt, men tær hava nokk sítt at siga, sigur Simona Petersen.
Tá tit nú fara upp eftir steypinum, eiga tit tað samstundis til ognar. Er tað nakað, sum tit eisini hava hugsað nógv um?
- Tað sigur heilt nógv. Tað eru ikki nógv lið, sum vinna hetta til ognar, men nú verður tað so standandi í KÍ-høllini, og tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Simona Petersen.