Í nátt hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni.
Tó so, beint eftir midnátt vóru boð eftir løgregluni, tí at ein dýrandi fullur maður var so ólátaður inni á einum skeinkistaði í Havn, at tey hildu, at frægast var at fáa løgregluna upp í.
Løgreglan fekk heldur ikki sissa mannin, so hann varð tikin í løgreglubilin og koyrdur til Klaksvíkar, har hann varð settur í brummuna at sova rúsin av sær.
Hann varð leyslatin tíðliga í morgun.
Annars var fór løgreglan varðgongu í býnum í Havn í nátt um tað mundi, skeinkistøðini lótu aftur.
Endamálið við tí er at hava eina sissandi ávirkan á fólk og løgreglan sigur, at eisini í nátt var tað í nøkrum førum, at løgreglufólkini løgdu upp í, og fingu vart fyri, har vandi annars var fyri, at tað kundi enda við harðskapi.